Vit søkja námsfrøðingar til vøggustovu, barnagarðstovu og serstovu í Miðgarði

08.05.2024

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum. 

Vit hava seinasta árið verið í dygdarmenningar tilgongd har endamálið var at framtíðar og tænastutryggja alt okkara heildartilboð. Vit ynsktu, at skapa forsøgni og samanhang, so tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk. Í tilgongdini er ein dygdarhondbók skjalfest, sum skal tryggja eina felagsútinnan av heildartilboðnum. Náttúra, endurnýtsla og burðardygd fyllir eisini nógv í okkara arbeiði, sum vit hava fingið virðisløn fyri.  Les meira um okkara námsfrøðiligu arbeiðshættir og amboð á www.midgardur.fo.

Vit søkja eftir námsfrøðingi til vøggustovu og barnagarð

Í Miðgarði ganga 122 børn. Vit hava 4 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, ein stovu til tey 6 ára gomlu og ein serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Eisini søkja vit eftur námsfrøðingi til serstovuna Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relatiónir
  • Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir
  • Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
  • At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

 

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara á tlf. 794520.

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2024. Tú søkir starvið við at klikkja her.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.