Barnaverndartænastan í Vágum

Hevur títt barn ella tín familja tørv á hjálp, ella kennir tú eitt barn ella eina familju, sum tørvar hjálp, skalt tú venda tær til barnaverndartænastuna í Vágum. Samband við Barnaverndartænastuna fæst við at klikkja á her.

Barnaverndartænastan í Vágum fevnir um bygdirnar Sandavág, Miðvág, Vatnsoyrar, Sørvág, Gásadal, Bø og Mykines, og virkar eftir Løgtingslógini um barnavernd.

Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Lógin um barnavernd (logir.fo)

Tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um eitt barn, meta vit um, hvørt talan er um eitt mál, sum er fevnt av lógini um barnavernd. Er eitt barn fevnt av lógini, verða foreldur boðin til samrøðu við ein sosialráðgeva, sum síðan kann bera við sær, at ein fyriskipan verður sett í verk fyri barnið og familjuna.

Barnaverndartænastan skal leggja dent á at finna loysnir og fyriskipanir, sum eru best fyri barnið. Sí videobrotið niðanfyri við at klikkja á myndina: