18.04.2024
Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir sosialráðgeva at byrja í føstum starvi 1. juni 2024, ella skjótast til ber. Starvið er ásett at vera fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri niðursettari tíð.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.
Hetta snýr seg m.a. um
- - At hava samrøður við børn og foreldur
- - At fara á heimavitjanir
- - At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
- - At seta neyðugar fyriskipanir í verk
- - At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
- - At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
- - At gera tilmæli til Føroya Kærustovn
Somuleiðis skal tann, sum settur verður, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
Førleikakrøv
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulla tíð, 39 tímar um vikuna, men serstøk avtala verður gjørd, um ynski er at arbeiða niðursetta tíð.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Vága Kommunu í Sandavági.
Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og lívsrensl skal vera Barnaverndartænastuni í hendi, í seinasta lagi sunnudagin 5. mai 2024, og skal sendast í telduposti til bvt@vaga.fo ella sum bræv til
Barnaverndartænastan í Vágum
Hammershaimbsvegur 1
FO- 360 Sandavágur
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Vágum á telefon 794431 ella umvegis teldupost á jennyp@vaga.fo
Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd.