Áh, tú Undurfagri mai

01.05.2024

Í dag byrjar Undurfagri mai - mánaðurin við einari rúgvu av tiltøkum, ið varpa ljós á náttúru, umhvørvi, mentan og sálarheilsu í Vága kommunu. Fyrstu vikurnar verða 3 týskvøld við fyrilestrum, og 3 hóskvøld við náttúruupplivingum. Eisini verða 2 mánakvøld við hekkliklubba, 2 leygardagar við Gang og Renn, og 1 ruddingardagur. 

 

Skrá

6. mai: Hekkla úr restum 

Við bindiklubbanum í Virkishúsinum kl. 19-22  Sí tiltak 

 

7. mai: Kasta burtur?

Tiltak um burtukast og tilfeingi í Virkishúsinum kl. 19. Framløgur við IRF, Búnaðarstovuni og Matkovanum. Umboð fyri býráðið luttaka í pallborði um raðfestin av náttúru- og umhvørvisvernd. Virkishúsið bjóðar diskosuppu. Sí tiltak

 

9. mai: Rundferð í Viðarlundini í Miðvági

Við Búgva Róin, gartnara í Vága kommunu. Vit møtast við parkeringsplássið við kirkjuna kl. 17. Sí tiltak 

 

11. mai: Ruddingardagur í Vága kommunu 

Byrjað verður við morgunmati í Virkishúsinum kl. 10. Eisini verður Gang og renn við frælsinum kl. 10. Tey sum ganga og renna koma til morgunmat aftaná túrin. Kl. 11-14 rudda vit í kommununi. Kl. 14 verða plantupakkar, kreativ rusk-verkstova og drekkamunnur í Listastovuni. Sí tiltak

13. mai: Hekkla úr restum 

Við bindiklubbanum í Virkishúsinum kl. 19. Sí tiltak 

 

14. mai: Náttúrunørdar

8 náttúrunørdar í/úr Vágum hava PechKucha framløgur í Listastovuni kl. 20.20. Atgongumerki á 20 kr kunnu keypst við dyrnar. Sí tiltak 

 

16. mai: Blómuferð við Linu Hanssen

Vit møtast við løgmansgarðin í Sandavági kl. 17. Sí tiltak 

 

18. mai: Gang og renn

Frælsi skipar fyri. Ellisheimið Vesturvón eru vertir. 


21. mai: Vakstrarhúsið - ein spírandi verkætlan

Búgvi Róin, gartnari, Lív Eklund, starvsfólk í Sóljugarði og Turið Johannesen úr Norðulandahúsinum greiða frá. Sí tiltak

 

23. Fuglatúrur við Jón Aldará

Vit møtast við miðstaðarøkið í Vatnsoyrum kl. 17. Sí tiltak 

 

Kalendarin kann takast niður her

Kaldendari (3)

Síðstu vikuna í mai verður mentanarvikan Maisól. Skráin fyri hana verður kunngjørd seinni.