Kanningarstøðin flutt vegna veður

16.11.2021

Vegna veður er avgjørt at flyta korona kanningarstøðina frá brandstøðini og yvir millum Trolhúsið og bygningin hjá Sandavágs Timburhandli niðri á keiini. Kommunan setur eitt tjald upp millum bygningarnar, so koyrt verður inn í tjaldið frá ovaru síðu og út á keikantin. Teir bilar, ið eru hægri enn 2 metrar kunnu ikki koyra inn í tjaldið, og tí verða fólk biðin um at parkera bilin og ganga inn í tjaldið. Omankoyringin verður framvegis frá Giljanesi.