Ávirkan
Vit vilja, at okkara børn og ungu virðismeta fólkaræðislig virðir, og tí mugu tey eisini hava eina veruliga ávirkan á teirra nærumhvørvi. Vit vilja virka til frama fyri fólkaræði. Børn og ung skulu, í tann mun teirra menning loyvir tí, kunnast og hoyrast í avgerðum, ið viðvíkja teirra lívi og gerandisdegi. Børn og ung eiga, í tann mun tey megna, at fáa ávirkan á og taka lut í tí umhvørvi og virksemi, sum tey eru ein partur av. Vit vilja tí vísa børnum og ungum ein hugburð, sum mennir og mentar eina fatan av fólkaræði.
Øllum børnum og ungum skal tryggjast møguleikan fyri innihaldsríkum ungdómi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagslívinum. Við at taka ábyrgd og gera sær praktiskar royndir í veruliga lívinum, læra tey ungu at samráðast og taka avgerðir í einum samfelag, har rúm skal vera fyri ymiskum hugsjónum og meiningum.
Fyri best møguligu umboðan, er eitt ungdómsráð sett á stovn. Hetta ungdómsráð eigur at hittast javnan við borgarstjóran og býráðslimir til framløgur og kjak um ungdómspolitikk og onnur viðkomandi viðurskifti. Tey skulu vita, at tey eru partur av einum størri samanhangi, har tað ber til at ávirka, tillaga og verða hoyrdur.
Hugburðurin til børn og ung skal vera, at tey skulu hoyrast og takast við – ein hugburður, sum mennir og mentar tey til at taka lut og vera virkin í samfelagnum og á henda hátt kenna ábyrgd fyri egnum avgerðum, egnum lívi og felagsskapinum.