Børnini og tey ungu í Vága kommunu

Í dagsins samfelag eru tað børnini og tey ungu sum mynda dagin og eiga framtíðina. Avbjóðingar, gerandisdagurin og rammurnar í kommununi ávirka teirra uppvøkstur og heimsfatan. Samstundis ávirka børnini og tey ungu kommununa í sínum uppvøkstri. Tey eru við til at mynda Vága kommunu, sum skal vera ein framfýsin og fevnandi kommuna, har pláss er fyri øllum.

Í Vága kommunu skulu vit vera saman um at skapa eina kommunu, har tað er gott at vera barn og ungur. Vága kommuna skal vera fyrsta val hjá familjum at søkja til og at búseta seg. Tí skulu børnini, tey ungu og familjurnar altíð hugsast inn í øll viðurskifti, sum ávirka teirra gerandisdag við stovnum, skúlum og frítíðarlívi. Men somuleiðis skulu familjurnar hugsast inn í menningina av frítíðar-, ítróttar- og mentanartilboðum í kommununi, umframt í menningini av býarrúminum við fríløtuøkjum og bústøðum.

Aðrar síður undir Barna- og ungdómspolitikkur