Niðurstøða

Vit skapa bestu karmarnar fyri børn og ung, tá ið vit lyfta í felag. Fyri at fremja barna- og ungdómspolitikkin fyri Vága kommunu og visjónina um eitt gott barna- og ungdómslív, er tørvur á eini breiðari viftu av átøkum og fjølbroyttum felagsskapum. Tí skal politikkurin eisini síggjast sum ein innbjóðing til samstarv tvørtur um geirar í allari kommununi.

Ætlanin hjá okkum við barna- og ungdómspolitikkinum er, at hann skal endurspegla tey átøk og langtíðarætlanir, sum viðvíkja børnum og ungum í Vága kommunu. Tí skulu vit fremja og grundfesta politikkin og samstundis styrkja um uppfylging av, at vit í Vága kommunu framyvir taka barna- og ungdómspolitikkin við í arbeiðið at røkka málinum og visjónini fyri børn og ung.

Tilboðini í kommununi skulu javnan eftirmetast fyri at tryggja, at tey í roynd og veru eru fyri øll, og fyri at tryggja, at okkara fyribyrgjandi arbeiði eydnast. Vit eiga at raðfesta og fáa tær skipanir, sum longu finnast, at virka betur saman, børnum og ungum at frama. Politikkurin skal eftirmetast annaðhvørt ár fyri at tryggja, at politikkurin samsvarar við tað samfelagið, vit liva í, og tey krøv og ynskir, ið koma frá børnum og ungum.

Tað er av alstórum týdningi, at politikkurin er grundfestur í samfelagnum, og sum býráð ynskja vit, saman við stovnum, skúla, ítróttar- og frítíðarfeløgum og øðrum aktørum í samfelagnum, at umrøða, hvussu politikkurin verður framdur.

Avgerandi fortreytin, skal hetta eydnast, er, at børn, ung, foreldur, avvarðandi, starvsfólk, borgarar, myndugleikar og annars øll, ið virka í kommununi, taka hendan politikkin til sín.