Tann einstaki

Vit ynskja, at børn og ung skulu menna álit á seg sjálvi og onnur, og at tey skulu verða møtt við áliti og jaligum væntanum. Hvørt einstakt barn og ungur hevur virði í sær sjálvum. Tí hevur tað týdning, at øll vit vaksnu, ið eru rundan um, síggja møguleikar í hvørjum einstaka, skilja tørvin hjá tí einstaka og at hvør einstakur møtir fakfólki, ið gera nakað, um tey varnast, at ein hevur tørv á eyka stuðli.

Avbjóðingar hjá tí einstaka ávirka eisini tey, ið eru rundan um. Tað hevur tí stóran týdning fyri tann einstaka at hava familju ella næstringar, ið vísa áhuga og umsorgan. Tí hevur familjan, vinirnir og øll í felagsskapinum ein avgerandi leiklut fyri at finna góðar og varandi loysnir fyri tann einstaka.

Børn og ung hava ymiskar fortreytir, og tey læra og mennast á ymiskan hátt. Tí er umráðandi, at øll verða stuðlað og eggjað eftir førimuni. Tey vaksnu, sum eru um barnið ella tann unga, t.d. á stovni, skúla ella frítíðarvirksemi, kann vera tann vaksni, ið er við til at gera ein avgerandi mun viðvíkjandi motivatión, trivnaði og læring hjá barninum og tí unga.

Gott samskifti ímillum øll, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið, er eitt av lyklaorðunum fyri, at ein politikkur skal sláa ígjøgnum. Breitt samstarv tvørtur um geirar við regluligum netverksfundum, har allir aktørar innan barna- og ungdómsøkið eru umboðaðir, er nakað, ið vit vilja seta á breddan.

Børn og ung skulu fáa vitan og amboð, so tey støðugt kunnu menna førleikar, sum fremja góða sálarliga og kropsliga heilsu og sum geva møguleika fyri at taka góðar, gagnligar lívsavgerðir.

Strembast skal fram ímóti virknum ungdómi, sum upplivir, at tey kunnu ávirka og mynda sítt ungdómslív í kommununi. Álit skapar eina ábyrgdarkenslu, og harvið gerast tey mentanarberar av tí góða samfelagnum.