Barnaansing
Í Vága kommunu eru tríggir dagstovnar.
Í Miðvági liggur Miðgarður. Í Miðgarði eru tríggjar barnagarðsstovur, tríggjar vøggustovur og ein stova fyri tey seks ára gomlu. Miðgarður lat upp 1. oktober 2011
Í Sandavági liggur Sóljugarður. Í Sóljugarði eru somuleiðis tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur, gamla Føroya banka húsið verður nýtt til tey seks ára gomlu. Sóljugarður lat upp í 2003.
Í Miðvági liggur so eisini Smílikullan, sum er gamli skúlin í Miðvági, her húsast frítíðarheimið, børn úr fyrsta og øðrum flokki.
Við at trýsta inn á hvønn stovnin sær, sæst nærri frágreiðing um stovnin.