Vegleiðing at fráboða

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi.

Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Børn hava rætt til eitt gott lív.

Bóklingur um fráboðanarskyldu til fakfólk kann takast niður her

Fæst tú við børn og ung í tínum starvi, og fært tú kunnleika um viðurskifti, ella hevur orsøk til at halda, at børn ella ung liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra sálarligu ella likamligu heilsu og menning, hevur tú skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá. Herda fráboðanarskyldan er millum annað galdandi fyri læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, lærarar og starvsfólk innan barnaansing.

Herd fráboðanarskylda merkir, at tú hevur skyldu til navngivin at boða frá, um tú fært kunnleika til viðurskifti ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn er fyri umsorganarsviki ella ágangi.

Vegleiðing til vanliga borgaran um fráboðan kann takast niður her

Varnast tú, ella hevur tú orsøk til at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, eigur tú at senda Barnaverndartænastuni eina fráboðan.

Ert tú stúrin um eitt barn; eygleið so barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð og tí, sum barnið hevur sagt. Tú kanst eisini greiða frá serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Tú kanst lata eina fráboðan bæði skrivliga og munnliga, og tú kanst vera ónavngivin.

Eru tekin um harðskap, kynsligan ágang ella onnur revsiverd viðurskifti, kanst tú annaðhvørt seta teg í samband við løgregluna á tlf. 114, ella venda tær til Barnaverndartænastuna, sum síðan tekur støðu til málið.

Fyri nærri kunning verður víst til heimasíðuna hjá Barnaverndarstovuni www.bvs.fo

 

Ynskir tú at gerast umlættingar- ella fosturfamilja hjá barni undir 18 ár?

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki, kunnu tit lesa meiri um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya Fosturforeldraskipanin (bvs.fo)

 

Barnaverndarnevndin:

Hanna Helena Simonsen, forkvinna

Birita Petersen, næstforkvinna

Gunnar Nattestad, nevndarlimur

Aðrar síður undir Barnaverndartænastan í Vágum