Saman um barnið
Tað skal vera betri at vera barn er høvuðsendamálið í slóðbrótandi verkætlanini Saman um barnið.
Verkætlanin er fyri øll børn og ung í Vágum í aldrinum 0 – 18 ár og avvarðandi starvsfólk. Til samans um 880 børn og ung og 220 starvsfólk. Tað eru Sørvágs kommuna og Vága kommuna, sum eiga verkætlanina saman við avvarðandi landsstovnunum.
Fyri at røkka høvuðsendamálinum, er orðað ein felags barnafatan, og arbeiða vit við at skipa formlig samstørv á stovnum, millum stovnar og við foreldur, so vit soleiðis fáa bestu heilsu- og trivnaðarfremjandi karmar fyri børn, ung og avvarðandi umframt øll starvsfólk.
Alt vit býr ikki í einum høvdi, men til samans hava vit ómetaliga nógv vit, sum vit vilja gagnnýta fult út, so at tað verður betri at vera barn í Vágum.