Skipan av verkætlanini
Saman um barnið er ein verkætlan, sum er staðsett í Vágum, ankrað lokalt og væl stuðla frá stovnum undir landinum.
Umboð fyri hesar partar eru skipað í eitt stýri, ein verkætlanarbólk og ein leiðslubólk. Harumframt er ein fylgibólkur við øðrum áhugapørtum.
Verkætlanin er skipað soleiðis:
Stýrisbólkurin hevur evstu ábygd og evstu avgerð í verkætlanini.
Verkætlanarleiðslan saman við verkætlanarbólkinum skipar dagliga raksturin og tilgongdina.
Leiðslubólkurin umboðar allar lokalu stovnarnar, sum eru við í verkætlanini og tekur saman við verkætlanarbólkinum allar neyðugar avgerðir í tí dagliga.
Verkætlanin arbeiðir í trimum høvuðs sporum.
· Leiðslumenning
· Starvsfólkamenning
· Formlig samstørv
Hesi trý sporini koyra nú samstundis, og verða formlig samstørv skipað so hvørt, sum verkætlanin gongur. Alt grundað á felags barnafatan og heilsu- og trivnaðarfremjandi karmar so at tað verður betri at vera barn í Vágum.