Øll børn og ung í Vágum

Saman um barnið er ein verkætlan, sum fevnir um øll børn og ung í Vágum. Líka mikið um tey eru í vøggustovu ella í skúla, eru tey fevnd av okkara felags barnafatan, okkara felags heilsu- og trivnaðarfremjandi karmum og skulu merkja, at vit hava formell samstørv inni í stovnum, tvørtur um stovnar og millum heim og stovn.

Grundarlagið verður tikið í Multi-tiere systems of support (Kearney C.A. 2021)

Endamálið er at røkka so nógvum børnum og ungum sum gjørligt á 1. stigi, so at tað vera alt færri børn og ung á 2. og 3. stigi. Tað krevur heilsu og trivnaðarfremjandi karmar, formlig samstørv, greiðar mannagongdir og førleikamenning.

Í teimum førum, tað er neyðugt at arbeiða a 2. stigi, skulu vit hava góðar og skjótar mannagongdir og lofta skjótt og væl lokalt. Tað krevur eisini formlig samstørv, greiðar mannagongdir og førleikamenning.

Á 3. stigi er talan um samansettar avbjóðingar, sum krevja samskipan millum fleiri stovnar, fleiri starvsfólk og tey avvarðandi fyri at røkka málinum. Tað krevur eisini formlig samstørv, greiðar mannagongdir og førleikamenning.

Soleiðis røkka vit málinum, at tað skal vera betri at vera barn í Vágum

Tak niður (ger myndina størri)

Aðrar síður undir Saman um barnið