Ungdómsráðið

Ein rødd fyri børn og ung

Ungdómsráðið í Vága kommunu hevur sum endamál at tryggja, at børn og ung í kommununi fáa eina virkna rødd og ávirkan á mál, sum ávirka teirra lív. Ráðið byggir á ST Barnarættindasáttmálan og Norðurlendsku barnaviðtøkurnar, og gevur teimum ungu møguleikan at verða hoyrd og taka lut í avgerðum, ið viðvíkja teirra trivnaði.

Reglugerðin fyri ungdómsráðið staðfestir týðandi mannagongdir og trygd fyri, at tey ungu í kommununi fáa eina veruliga ávirkan á teirra framtíð.