Reglugerð fyri ungdómsráðið
Ungdómsráðið í Vága kommunu er rótfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST og Norðurlensku barnaviðtøkunum. Ungdómsráðið er sett á stovn fyri at børn og ung skulu verða hoyrd í Vága kommunu.
§ 1 Navn og heimstaður
Ungdómsráðið í Vága kommunu
§ 2 Endamál
· At vera hoyringspartur í øllum viðurskiftum, sum ávirka tey ungu og teirra øki
· At virka fyri at børn og ung trívast í kommununi
· At koma við sjónarmiðum um kommununa og samfelagið sum heild
· At vera eitt forum har ung kunnu hava ávirkan á mál tey meta vera umráðandi
· At Varpa ljós á barnarættindasáttmálan
§3 Umboð
Allir skrásettir ítróttar- og frítíðarfelagsskapir hava rætt til ein sess í ungdómsráðnum, um tey hava íðkandi millum 13 og 20 ár. Allir ítróttar- og frítíðarfelagsskapir skulu velja ein lim og ein tiltakslim.
Stk. 2: Øll ung millum 13 og 20 ár, búsitandi í Vága kommunu, hava rætt til at stilla upp til ungdómsráðið. Hesi skulu velja ein lim og ein tiltakslim, ið eru óheft av ítróttar- og frítíðarfelagsskapum.
Stk. 3: Umboð verða vald í eitt 2 ára tíðarskeið
Stk. 4: Tá ið valt verður inn í ráðið, skal havast í huga kyn lutfall, etniskan uppruna, ymisk í aldri, at tað er ein fjølbroyttur hópur, har ymiskar meiningar kunnu koma fram.
§ 4 Skipan av ungdómsráðið
Ráðið skipar seg við forfólkið, næstforfólkið og limum. Harumframt skal veljast skrivari.
Stk. 2: Umsitingin setir ein tráhaldara/vegleiðara til ungdómsráðið. Tráhaldarin hevur til uppgávu at vegleiða og at hjálpa til við at samskipa arbeiðið.
Stk. 3: Ungdómsráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani skulu leggjast fram fyri restina av ungdómsráðnum.
§ 5 Fundir
Ungdómsráðið hittist formelt 4 ferðir árliga við borgarstjóranum til framløgur og kjak, um viðurskifti, ið viðkoma teimum ungu.
Stk. 2: Ungdómsráðið skal minst 2 ferð um árið inn til Mentanar- og trivnaðarnevndini á fund um felags áhugamál.
Stk. 3: Boðast skal frá í góðari tíð, um umboð ikki far møtt, eisini um varaumboð kemur ístaðin ella ikki. Um umboð ikki møtir upp til meira enn 3 fundir á rað, uttan at siga frá, missir hann plássið í ráðnum og varaumboðið kemur inn í staðin.
Stk. 4: Vit virða, at vit eru ymisk og kunnu hava ymisk sjónarmið.
- Tað er krav at øll umboð møta væl fyrireikaði á fund.
- Vit leggja fram á siðiligan hátt fyri hvørjum øðrum og virða hvønn annan og tí reglugerð sum er sett
Stk. 5: Ungdómsráðið skal skipa fyri almennum borgarafundi fyri ung 1 ferð um árið
Stk. 6: Ungdómsráðið skal skipa fyri tiltakið sum varpar ljós á barnarættindasáttmálan 1 ferð um árið
§ 6 Fíggjarlig viðurskifti
Limir fáa vanligar fundarpengar til kvartals fundirnar.
§ 7 Broytingar í reglugerð
Ungsdómsráðið kann seta fram uppskot til broytingar í hesi reglugerðini. Uppskot til broytingar skulu stílast til umsitingina hjá Vága kommunu. Broytingar í reglugerðini skulu samtykkjast av Mentanar- og trivnaðarnevndini fyri at fáa virkna.
Reglugerðin er almenn og eigur at liggja á heimasíðuni hjá Vága kommunu