Tá bygt verður

Tá ið søkt verður um byggiloyvi til sethús, skal kommunan hava:

  • Umsóknarblað

  • Øll neyðug fylgiskjøl

Umsóknarblað um byggiloyvi fæst hjá kommununi ella í yvirlitinum til vinstru.

Niðanfyri sæst, hvørji fylgiskjøl skullu leggjast við í umsóknina.

 

Tekningar 

- Støðumynd1:250/500
- Flatmyndir1:100
- Tvørskurður1:50
- Síðumyndir1:100
- Kloakkskipan1:100

 

Servituttir

Í teimum førum, har serstøk fyrivarni og/ella sertreytir eru á ognini, skullu øll skjøl hesum viðvíkjandi leggjast við í umsóknina.

 

Frágreiðingar og útrokningar

Frágreiðingar, útrokningar og onnur skjøl, sum saman við tekningunum geva fullfíggjaða greiða lýsing av ætlaðu byggingini, skullu leggjast við í umsóknina. 

Í faldarinum, "Sethúsabygging" eru dømi um tekningar og útrokningar.

 

Gravi- og byggiloyvi

Eitt depositum á kr. 20.000,-, er álagt áðrenn gravi- og byggiloyvi verða útskrivað.

Hetta depositum er fyri at dekkað møguligar útreiðslur, sum kommunan kann fáa av at umvæla møguligar skaðar á veg, kantsteinar o.a., sum kunnu verða gjørdir í sambandi við arbeiði við útgrevstri ella bygging.

Um skaði er gjørdur, ið kostar meir enn kr. 20.000,-, verður rokning send fyri írestandi upphæddina.

Um ongin skaði er hendir tá byggingin er liðug, fær ánarin peningin goldnan aftur.