Vága Dansifelag

Vága Dansifelag

Vága Dansifelag varð í sínum núverandi líki stovnað 1. december 1976. Undan hesum felagnum hava verið gjørdar aðrar royndir at stovna dansifeløg í oynni.

Í upprunaligu samtyktini fyri Vága Dansifelag verður sagt, at felagið skipar fyri dansi upp á skift í bygdunum í Vágum. Dentur hevur frá byrjan verið lagdur á, at dansa ávís kvøld í bygdum, sum hava havt tilknýti ávísar dagar, so sum trettanda og tjúgundakvøld.

Hetta, at flyta dansikvøldini millum bygdirnar, hevur verið hildið til tess, at húsið í Beitinum í Miðvági var so frægt liðugt, at til bar at hava dansin har. Í dag verður vanliga bert dansað í Beitinum. Tó verður okkurt mishalgikvøld dansað aðrastaðni, eitt nú í Bø.

Hóast uppmøtingin eitt vanligt dansikvøld ikki beinleiðis avspeglar tað, er Vága Dansifelag eitt av teimum størru feløgunum í landinum, tá talan er um limatal. Tíverri má viðgangast, at størra helvtin av limunum eru “hvílandi”.

Aðrar síður undir Áhugafeløg