Miðvágs kirkja

Miðvágs kirkja

Grundarsteinurin til Miðvágs kirkju varð lagdur 1. sunnudag eftir trinitatis í 1948, og varð hon vígd 28. september í 1952.

Ynski um nýggja kirkju var tó eldri enn so, tí tekningin, sum Heini Joensen, byggimeistari, á Ryggi í Miðvági - Bóndaheini - teknaði, og sum kirkjan er bygd eftir, er dagfest í mai 1930.

Sum ungur fór Heini Joensen í timburlæru í Bergen. Samstundis var hann næmingur á "Bergens teknikse Aftenskole". Hugkveikingar frá tátíðar vesturnorskum byggisniði - Jugendstílurin - eru eyðsýndar í nógvum detaljum í Miðvágs kirkju.

Alt snikkaraarbeiði varð smíðað á Miðvágs Maskinsnikkaraverkstaðið - við Gjónna - sum Sámal Ellefsen var við til at stovnað í 1919.

Alt útskeringararbeiði gjørdi Hans Jørgensen - Hans í Skúlanum.

Langa fríggjadag í 2000 varð nýggj altartalva avdúkað í Miðvágs kirkju. Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur málað nýggju altatalvuna, ið avmyndar Jesus á krossinum.

Tað er tað sama evni, sum gamla altartalvan ímyndaði. Tó var gamla altartalvan - sum var úr gomlu kirkjuni - væl minni og ikki ætla so stórari kirkju.

Á altarinum stendur ein hin viðgitnasti luturin í kirkjuni: stakin sum Beinta skuldi meiða Peder Arrheboe við.

Hóast snotuliga restaurering ber stakin enn merki eftir hendingina. Á makanum sæst einki.

Gudmundur Bruun, sum búði í Jansagerði fyrstu barnaár síni, gav kikjuni doypifuntin. Men stóra dópsfatið av messing, sum var frammanundan, stendur í honum.

Fólkakirkjan.fo