Zarepta
Zarepta
Í 1965 byrjaði Brynleif Hansen saman við øðrum verkið við barnalegum við Áir, har tær vóru hildnar í 2 ár, frá 1965 til 1966.
Um heystið í 1965 var øki keypt í Vatnsoyrum og á sumri í 1967 var hús bygt liðugt til endamálið, og fekk húsið navnið Zarepta.
Síðan í 1967 hava legur verið á Zarepta í Vatnsoyrum uttan slit til dagin í dag.
Zarepta er øll hesi árini nógv útbygt, bæði við bygningum og frítíðarmøguleikum. Staðið er sera væl egnað, og hava mong túsund føroysk børn og ung verið á legu hesi árini.