Listastovan

Listastovan

Húsið er ein ópoleraður gimsteinur. Listabólkurin hevur javnan skeið í málningalist í hølunum og hava tey fingið framúr góð skoðsmál frá skeiðshaldarum og luttakarum. Somuleiðis hava konsertirnar givið afturljóð í tónleikaraumhvørvinum í Føroyum. 

Tónleikarar og ljóðtøkningar hálova hølunum fyri serstakliga góðan akustikk. Harafturat hava hølini eina søgu og sál, sum teimum dáma sera væl og standa tónleikarar í kø fyri at sleppa inn at framføra. Albert Isfelt, arkitektur hevur frámælt at ov stór intriv vera gjørd á bygningin, men at í stórstan mun varveitir stílin.

Endamálið er at hava fjølbroytta mentan í kommununi, so at smærri tónleikaframførslur og tónleikur sum ikki talar til fjøldina sleppur framat at framføra. Umframt at menna eina áskoðaramentan, eins og at menna tónleikalívið í kommununi, geva yngri tónleikarum ein pall og skapa íblástur.

Í 2017 varð toymið handan konsertirnar í Listastovuni heiðrað við eini Faroese Music Awards fyri Ársins átak, eins og Listastovan, saman við Norðurlandahúsinum og Spaniastovu blivu partar av PULS, ein 3 ára verkætlan undir Nordisk Kulturfond, sum hevur til endamáls at geva smærri spælistøðum møguleika fyri at skipa fyri norðurlendskum konsertum og at geva føroyskum tónleikarum ein platform at spæla konsertir í Norðurlondum. Verkætlanin hevur eydnast væl og hevur Nordisk Kulturfond valgt at leingja PULS við 1 ári. 

Listastovan.fo