Andlát og jarðarferð
Tá andlát uttanfyri sjúkrahús er staðfest av lækna, skal deyðsváttan latast sóknarprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.
Avvarðandi fáa sjálvi til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Heimasjúkrarøktarfrøðingur hjálpir til við at gera líkið klárt at leggja í kistuna.
Er andlátið á sjúkrahúsi, skulu avvarðandi venda sær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um viðkomandi mannagongd.
Sjúklingaskrivstovan á Landsjúkrahúsinum tel. 304500
Vága Prestagjald tel. 237336 / 332779
Heimasjúkrarøktarfrøðingar tel. 793271 / 793200
Er talan um ikki limir í fólkakirkjuni, skulu avvarðandi kortini lata sóknarprestinum deyðsváttan við nøktandi upplýsingum um tann deyða.
Landsjúkrahúskapellið
Tá kapellið á Landsjúkrahúsinum verður nýtt til bønarhald í sambandi við andlát, eiga avvarðandi at seta seg í samband við sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um mannagongdir.
Avvarðandi fáa sjálvi til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað.
Landsjúkrahúsið ger líkið klárt og setir kistuna í kapellið.
Avvarðandi biðja sjálvi prest ella talara til bønarhaldið. Landsjúkrahúsið syrgir, eftir avtalu við avvarðandi, fyri hølum og urguleikara, um sungið verður úr sálmabókini. Verður onnur sangbók nýtt, mugu avvarðandi sjálvi biðja urguleikara. Avvarðandi biðja berarar.
Avvarðandi skulu, tá brúk er fyri líkvogninum, seta seg í samband við "Seinastu heilsan", á telefon 513070, fyri at gera avtalu um at flyta líkið.
Flutningur við kommunala líkvogninum er ókeypis.
Jarðarferð
Er jarðarferðin úr kirkjuni, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini, prestur boðar kirkjutænarunum frá.
Avvarðandi velja sjálvi sálmar ella sangir, ið sungnir verða. Verður ynskt at fáa prentað sanghefti, syrgja avvarðandi sjálvi fyri tí.
Avvarandi biðja sjálvi sangarar.
Avvarðandi biðja sjálvi berarar.
Avvarðandi syrgja sjálvi fyri pyntið til kirkjuna.
Avvarðandi syrgja sjálvi fyri at koyra kransar og blómur úr kirkjuni/samkomuhúsið til kirkjugarðin.
Í kirkjugarðinum
Jarðarferð verður avtalað við gravara/ kommununa, sum er at hitta á tel. 794559 ella 344400.
Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsið enn kirkjuni.
Biðjast skal um pláss í kirkjugarðinum og tíð avtalast við gravaran.
Kostnaður
Vága kommuna ber einans kostnaðin av kommunalu tænastunum.
Avvarandi rinda sjálvi fyri tænastur, sum eru umbidnar frá øðrum fyritøkum.