Umhvørvisplássið í Vága kommunu

Sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd og kunngerð um burturkast, er strangliga bannað at tveita burtur ella brenna burturkast í náttúruni. 

Reglur:

Á umhvørvisplássinum eru bingjur til tað, ið brennur, til papp og til jarn og metal. Tað, ið ikki kemur undir hesar bólkar, ráðgevur umsjónarfólkið á staðnum um. Umhvørvisplássið er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan.

Hesar reglur skulu haldast, annars kann umsjónarfólkið sýta fyri at taka ímóti burturkastinum.

  1. Burturkast skal vera í posum, so at tað ikki fýkur runt.

  2. Størri lutir, sum ikki fáast í bingjurnar, skulu lutast sundur, áðrenn hesir verða latnir plássinum. Pappeskjur skulu buntast saman og leggjast í pappbingjuna, (sum bara er til papp). Umhvørvisplássið tekur ikki ímóti mold, hoyggi og gróti.

  3. Stórum nøgdum (fullum bilum og vognum) av burturkasti sum t.d. frá bygging og umvælingum, ber ikki til at koma við á umhvørvisplássið. Her mugu fólk annaðhvørt leiga bingju frá IRF, ella sjálvi koyra burturkastið til brennistøðina.

  4. Tað er loyvt at koma við tveimum kubikkum um vikuna. Er mongdin meira enn tvey kubikk, verður rokning send við prísum frá IRF

  5. Tað er strangliga noktað at seta burturkast uttanfyri umhvørvisplássið ella tveita upp um hegnið.

Heitt verður á fólk um at gera sítt til, at umhvørvisplássið er so ruddiligt og reint sum gjørligt. 

Spillolja:

Spillolja skal koyrast í spilloljutangan, sum stendur við umhvørvisplássið hjá kommununi.

Fastir lokadagar:

Jólaaftan

Nýggjársaftan

Páskaaftan

Flaggdagur

1. maj

Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudagur

Leygardag á vestanstevnu, tey árini hon er í Miðvági/Sandavági

Hesar dagar er opið:

Hvítusunnuaftan

Grundlógardagur

1. november (alla halganna dagur)

Aðrar síður undir Umhvørvi og ferðsla