Vetrarhald

Vetrarhald

Raðfesting fyri salting og kavarudding í Vága kommunu:

  1. Sløkkiliðsstøðin, dagstovnar, skúlar, heilsudepilin, ellisheim, sambýli, lækni og ambulansuførarar.

  2. Aðrir kommunalir vegir og gongubreytir

  3. Almenn parkeringsøki og parkeringsøki hjá handlum og fyritøkum.

Landsverk ruddar høvuðsvegin gjøgnum bygdirnar.
Tá serliga nógvur kavi er, leigar kommunan eyka maskinu inn til kavarudding.

Mannagongd fyri vetrarhaldið:

Árstíðin fyri vetrarhaldið er vanliga frá november til apríl. Fimm mans eru knýttir at vanliga vetrarhaldinum hjá kommununi. Vetrarvaktin gongur uppá skift, eina viku í senn. Byrjað verður kl 5 á morgni, har støða verður tikin til, um neyðugt er at grava ella salta. Tvær maskinur rudda ella salta vegirnar. Ein í Miðvági og hin í Sandavági og Vatnsoyrum. Tá vegirnir eru ruddaðir, verða gongubreytirnar tiknar.

Tú kanst hjálpa okkum við at:

  • brúka saltkassarnar, sum standa ymsa staðni í býlingunum í kommununi, tá tað er neyðugt

  • grava fyri egnari innkoyring

  • hugsa um hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst, so gravimaskinurnar hjá kommununi sleppa framat

  • siga frá á tlf 794555, um serligur tørvur er á hjálp