Fólk til matgerð í Sóljugarði

09.09.2024

Søkt verður eftir fólki til at matgera í Sóljugarði, at byrja 1. oktober 2024 til 1. januar 2026. Talan er um eitt barsilsstarv á 25 tímar um vikuna.

Um okkum

Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga í løtuni 74 børn.

Arbeiðsuppgávur:

  • Matgera millummála til børnini, mánadag til fríggjadag

  • Matgera miðmála, breyð við viðskera, eina ferð um vikuna

  • Standa fyri innkeypi av mati

  • Halda køkin reinan og ruddiligan v.m

  • Matgera við serlig høvir s.s starvsfólkafund vm.

Les meira um starvið her.