Leiðari til Miðgarð

01.05.2024

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara at standa á odda fyri Miðgarði.

Um tú dugir væl við fólki og samstundis dámar væl at møta børnum, foreldrum og starvsfólkum, so er hetta kanska dreymastarvið hjá tær!

Miðgarður er eitt spennandi arbeiðspláss, og tað starvast um 40 fólk í stovninum. Í Miðgarði eru fýra vøggustovur, fýra barnagarðsstovur og ein serstova. Sum leiðari í Miðgarði kemur tú eisini at arbeiða saman við leiðslunum innan dagstovnaøki og umsitingini hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøki í Vágum. Harumframt kemur tú at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Sum ovasti leiðari fyri Miðgarð, fært tú møguleika at seta tín persónliga dám á stovnin og leiðsluna á stovninum. Samstundis fært tú leysar teymar at skipa arbeiðið á stovninum, júst sum tú kanst hugsa tær. Tú fært sostatt høvuðsábyrgdina av Miðgarði við beinleiðis tilvísing til kommunustjóran í Vága kommunu, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Miðgarður verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at leiða starvsfólkini, at menna námsfrøðiliga virksemið, at tryggja eina fullgóða fíggjarstýring, at skapa gott samband og samstarv við foreldrini, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur. Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2024.

Umsóknir skulu verða Vága kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2024.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á telefon 794408, ella við telduposti: jhe@vaga.fo.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Miðgarði: www.midgardur.fo.

Søk starvið við at klikkja á her.