Reingerðarfólk til Miðgarð

09.09.2024

Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til stovnin Miðgarð, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er vanliga eftir kl. 16.00, áleið tríggjar tímar hvønn dag.

Vit vænta av tær, at tú:

·         Hevur royndir við reingerðararbeiði.

·         Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

·         Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsstaðurin er í Miðgarði, men tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum og starvsstaðnum.

Les meir um starvið her.