Starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

16.10.2024

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum stjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í einum av størru fólkaskúlunum í Føroyum.

Starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi verður lýst leyst at seta frá 1. desember 2024 ella sum skjótast eftir tað.

Í skúlanum á Giljanesi eru skúlaárið 2024/25 í alt 315 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Skúlin fevnir eisini um sertilboðið Pallin við 24 næmingum, sum er skipaður saman við Sørvágs skúla og um Virkisbreytina, sum er felags verkætlan saman við Vága kommunu fyri børn við skúlaaftran.

Starvsfólkaliðið í skúlanum á Giljanesi er um 36 ársverk.

Um starvið
Skúlastjórin hevur til uppgávu at:

  • standa á odda fyri dagførdari, fakligari og námsfrøðiligari menning
  • fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari menning
  • virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólk
  • skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
  • fremja gott samstarv millum skúla og heim
  • tryggja dygd í undirvísingini og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
  • umsita fíggjar- og rakstrarstýring
  • samstarva við skúlamyndugleikan á staðnum og leiðslur í øðrum stovnum í kommununi og oynni annars.

 

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:

  • læraraútbúgving
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at taka neyðugar avgerðir, at virka fyri trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi
  • Antin hava ella fara undir útbúgving innan leiðslu

Leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur

Samstarvsskipan í Vága kommunu
Skúlastjórin samstarvar við Vága kommunu, sum er staðbundni skúlamyndugleikin, ið umsitingarliga varðar av kommunala parti skúlans. Dagliga samskiftið og samstarvið er við kommunustjóran, har dentur verður lagdur á í felag at virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi og oynni.

Saman um barnið
Sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” skal skúlastjórin umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og ganga á odda at fremja verkætlanina í verki.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í skúlanum á Giljanesi. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er sáttmálasett, og er flokkað í lønarflokki 36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 52.265,66 kr. umframt 17% í eftirløn. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024.

Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Postsmoga 9
Hoyvíksvegur 72
110 Tórshavn
ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Vagn Foldbo, deildarleiðara, tlf. 555057 ella skriva til vagnf@uvs.fo

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo