Trivnaðarleiðari til Vága kommunu

10.02.2025
Eitt nýtt og spennandi starv leyst at søkja
Nýggja býráðið í Vága kommunu ynskir at menna trivnaðar- og mentanarøkið í kommununi, og tí er avgerð er tikin um, at skipa økið í eina nýggja trivnaðardeild undir leiðslu av einum leiðara. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á eina nútímansgering og menning av trivnaðar- og mentanarøkinum í Vága kommunu sum heild. Talan er um eina serstakliga spennandi avbjóðing við stórari ábyrgd, sum tú kanst vera við til at mynda.
Í umsitingini hjá Vága kommunu starvast 10 fólk, og innan trivnaðar- og mentanarøkið sum heild starvast umleið 100 starvsfólk. Nýggi trivnaðarleiðarin fær ábyrgdina av 4 rakstrarstøðum í fíggjarætlanini, har játtanin er umleið 53 mió. kr. Sum trivnaðarleiðari fært tú frælsi at skipa arbeiðið innan økið, júst sum tú ynskir. Ein týdningarmikil ábyrgd hjá trivnaðarleiðaranum verður at tryggja, at kommunan veitir tænastur samsvarandi politiska viljanum.
Vága kommuna hevur ment seg nógv innan trivnaðar- og mentanarøkið seinastu árini, og fleiri spennandi ætlanir eru á veg. Virkishús fyri børn og ung og ungdómsráð eru sett á stovn. Spennandi verkætlanin, Saman um barnið, ið hevur til endamáls at betra um trivnað og menning hjá børnum og ungum, er komin væl ávegis, og ein barna- og ungdómspolitikkur er samtyktur. Innan mentanarøkið verða skipað fjølbroytt og fevnandi tiltøk, sum skapa rúm fyri list, tónleiki, skapandi virksemi og felagsskapi. Køldskúlaskipanin er ment, og arbeitt verður við at endurhugsa bókasavnið. Samstundis verður raðfest at betra um tilboðini til eldri borgarar. Arbeitt verður við at skipa nýhugsandi tiltøk, ið stuðla felagsskapi og lívsgóðsku hjá øllum okkara borgarum.
Fyri rætta umsøkjaran er sostatt talan um góðar møguleikar at geva sítt íkast til menningina av trivnaðar- og mentanarøkinum í Vága kommunu.
Nærri lýsing um starvið, førleikakrøv, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum her.