Varaleiðari til Sóljugarð (farloyvisstarv)

Vaga36

06.02.2025

Vága kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaleiðara til Sóljugarð at byrja 1. apríl 2025 ella eftir avtalu. Starvið er eitt farloyvisstarv.

Um starvið

Sum varaleiðari fært tú leiðslu-, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur. Tú verður partur av einum stovni í menning, har spæl,  nærvera, trivnaður og námsfrøði eru í hásæti.

Vit bjóða:

  • Ein fjølbroyttan gerandisdag við ávirkan á námsfrøðiligu kósina
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
  • Eitt gott arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfólkum

Vit vænta, at tú:

  • Er útbúgvin námsfrøðingur
  • Hevur leiðsluroyndir og megnar at kveikja starvsfólk
  • Hevur breiða fakliga vitan um børn 0-7 ár
  • Kann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum tørvi
  • Brennir fyri námsfrøðiligari menning og hevur ein álítandi leiðslustíl

Les meir um starvið her.