Kunngerð um serstaka byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági, matr. nr. 245b og 61b.

18.06.2024

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 27. februar 2024 samtykti at gera serstaka byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági, matr. nr. 245b og 61b.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum 18. juni 2024 til týsdagin 09. juli 2024, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 06. august 2024.

Vága býráð

Fylgiskjøl kunnu takast niður her: