Albert Thomassen, fíggjarleiðari og Bjarni Prior, borgarstjóri
20.08.2021
Á kommunuskrivstovuni mikudagin, var móttøka fyri Albert Thomassen, fíggjarleiðara í Vága kommunu. Tann 1. august 1991, byrjaði Albert Thomassen í føstum starvi, í tá Sandavágs kommunu, sum skrivari og tískil vóru tað 1. august 2021 liðin 30 ár síðan hann fekk sína føst gongd á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrstu tíðina var hann einsamallur á skrivstovuni.
Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Albert, og Bjarni Prior, borgarstjóri segði nøkur orð og handaði Albert eina gávu. Millum annað takkaði borgarstjórin Alberti fyri tí góðu ráðgeving og stuðulin í síni tíð sum nýggjur í politikki og í sessinum sum borgarstjóri.
Sjálvur segði Albert eisini nøkur orð. Millum annað greiddi hann frá, at longu í 1981 byrjaði hann at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu. So alt í alt eru 40 ár liðin, síðan Albert byrjaði sína yrkiskleið í kommunalum høpi.
Hjartaliga til lukku við starvsdegnum, vónandi verður tú her í nøkur ár afturat.
Vága kommuna