Ábøtur verða gjørdar á gongubreytirnar

IMG 2835

28.09.2022

Ymsastaðni gjøgnum bygdirnar í kommununi hevur tørvur verið á, at fáa gjørt ábøtur á gongubreytirnar, so tað er trygt hjá gongufólki og børn á súkklu at koma vegin fram. Arbeiðið byrjaði í gjár og varir til seint út í næstu viku.

Tað eru bæði kommunan og Landsverk, sum standa fyri arbeiðinum at gera ábøtur. HJ Asfalt vegna Landsverk og PH Grevstur vegna kommununa. Arbeiðið hjá Landsverk er frá Eigil Rasmussen og norð til Grant, har asfalti á gongubreytunum nógvastaðni verður lagt av nýggjum, og kommunan ger ymiskar ábøtur har gongubreytir og frákoyringar hava verið í ringum standi.

Heitt verður á allar bilførarar um at vísa eyka varsemi tá koyrt verður framvið har arbeitt verður hesa næstu tíðina.