01.05.2024
Í dag byrjar Undurfagri mai - mánaðurin við einari rúgvu av tiltøkum, ið varpa ljós á náttúru, umhvørvi, mentan og sálarheilsu í Vága kommunu. Fyrstu vikurnar verða 3 týskvøld við fyrilestrum, og 3 hóskvøld við náttúruupplivingum. Eisini verða 2 mánakvøld við hekkliklubba, 2 leygardagar við Gang og Renn, og 1 ruddingardagur.
Við bindiklubbanum í Virkishúsinum kl. 19-22 Sí tiltak
Tiltak um burtukast og tilfeingi í Virkishúsinum kl. 19. Framløgur við IRF, Búnaðarstovuni og Matkovanum. Umboð fyri býráðið luttaka í pallborði um raðfestin av náttúru- og umhvørvisvernd. Virkishúsið bjóðar diskosuppu. Sí tiltak
Við Búgva Róin, gartnara í Vága kommunu. Vit møtast við parkeringsplássið við kirkjuna kl. 17. Sí tiltak
Byrjað verður við morgunmati í Virkishúsinum kl. 10. Eisini verður Gang og renn við frælsinum kl. 10. Tey sum ganga og renna koma til morgunmat aftaná túrin. Kl. 11-14 rudda vit í kommununi. Kl. 14 verða plantupakkar, kreativ rusk-verkstova og drekkamunnur í Listastovuni. Sí tiltak
Við bindiklubbanum í Virkishúsinum kl. 19. Sí tiltak
8 náttúrunørdar í/úr Vágum hava PechKucha framløgur í Listastovuni kl. 20.20. Atgongumerki á 20 kr kunnu keypst við dyrnar. Sí tiltak
Vit møtast við løgmansgarðin í Sandavági kl. 17. Sí tiltak
Frælsi skipar fyri. Ellisheimið Vesturvón eru vertir.
Búgvi Róin, gartnari, Lív Eklund, starvsfólk í Sóljugarði og Turið Johannesen úr Norðulandahúsinum greiða frá. Sí tiltak
Vit møtast við miðstaðarøkið í Vatnsoyrum kl. 17. Sí tiltak
Kalendarin kann takast niður her
Síðstu vikuna í mai verður mentanarvikan Maisól. Skráin fyri hana verður kunngjørd seinni.