Áheitan á borgarar í Vága kommunu

Vatn

12.04.2021

Eftir eina tíð við nógvum kava og frosti, hevur verið trupult at hildi stand við at fylla vatnbrunnarnar. Nú er fari at tiðna aftur, men pumpan niðri á Leitisvatni er farin, og má tí skiftast. Hetta arbeiðið er fari ígongd. 

Sum er, er vatnstandurin einans 30%, tí verður heitt á borgarar um ikki at lata vatn renna óneyðugt og spara uppá vatnið. Við tí nýtslu sum nú er, verður vatnstandurin einans 10%. Avleiðing av hesum er, at stongjast má fyri vatninum frá á midnátt og til vatnstandurin í brunnunum er komin upp aftur á eitt støði, har kommunan kann veita øllum borgarum vatn á einum nøktandi støði.