15.03.2023
Vatnnýtslan í kommununi er sera stór nú frost er, nýtslan liggur um 3000 m3 um døgnið.
Av royndum vita vit, at í nógvum húsum, fjósum og øðrum bygningum, renna kranar og slangur tí fólk er bangin fyri at vatnið frystur.
Kommunan heitir tí á allar borgara um ikki at hava vatn rennandi óneyðugt, og um vit øll taka saman hendur og minka um nýtsluna, klára vit væl at halda stand.
Um forbrúkið ikki minkar munandi, verður neyðugt at steingja fyri vatninum um náttina, fyri at fáa fylt vatngoymslurnar.