Áheitan til teirra sum fáa heimahjálp og/ella heimasjúkrarøktarfrøðing á vitjan

17.03.2020

Um tú ert avvarðandi í sóttarhaldi heima, og tíni nærmastu fáa tænastur frá heimatænastuni, gev tær far um at títt heim ikki bara er eitt vanligt heim.

Tá tíni nærmastu fáa tænastu frá okkum, er tað eisini eitt arbeiðspláss hjá starvsfólkum, ið hava eina týdningarmikla kjarnuuppgávu at røkja.

Hjálpi okkum at verja tey røktarstarvsfólk sum skulu hjálpa teimum sjúku og veiku.

Frammanundan takk

Jóngerð M. Nielsen

Leiðari Heimatænastan í Vágum

Teldupostur: jongerd@htv.fo

Telefon: 793200