Almenn móttøka fyri rógvarum

Sarita Kristina Hansen

Mynd: Bergur Robert Dam Jensen og Sarita Kristina Hansen

24.02.2021

Í dag kl. 17 skipar róðrarfelagið hjá SÍF fyri almennari móttøku í róðrarneystinum í Sandavági, har tey fara at heiðra rógvarar fyri fantastisku úrslitini í inniróður í ár. 

Sarita Kristina Hansen, Símun Tórur Joen-Jacobsen og Bergur Robert Dam Jensen eru róðrarfólkini, sum øll hava fingið fantastisk úrslit í ár. 

Símun Tórur, sum er uppvaksin í felagnum er danmarksmeistari, hevur vunnið bronsu í EM og skal kappast um heimsmeistaraheitið í dag kl. 11 

Sarita og Bergur hava vant í hølunum hjá SÍF í ár, og hava bæði fingið fantastisk úrslit í inniróðri við heimsmeistaraheitum, europameistaraheitum og danmarksmeistaraheitum. 

So her er talan um heimselituna innan inniróður, sum vit eiga her vesturi, og øll eru vælkomin í róðrarneystið at hitta tey frá kl. 17 í dag. 

Kaffi og kaka verður at fáa, umframt at heilsanir vera borðnar fram.