Umboð fyri IIGA, Bogaskjótisamband Føroya, Vága kommunu, ÍSF og Miðvágs bóltfelag.
17.04.2024
Sum kunnugt verða oyggjaleikir aftur í Føroyum 3. til 9. juli 2027. Í hesum sambandi hevur Vága kommuna, saman við Bogaskjótisamband Føroya, bjóða seg fram at vera vertir fyri bogaskjóting kappingini á oyggjaleikunum.
Sum liður í fyrireikingunum at gera Føroyar klárar at hýsa oyggjaleikunum, sum er størsta tiltak í Føroyum nakrantíð, er IIGA, altjóða oyggjaleikanevndin á vitjan í Føroyum hesa vikuna. Nevndin kom við flogfarinum úr Keypmannahavn í kvøld og leiðin gekk beint yvir á fótbóltsvøllin í Miðvági, har, eftir ætlan, kappingin í bogaskjóting á oyggjaleikunum verður hildin, í góðum samstarvi við Miðvágs bóltfelag.
Umboð fyri Vága kommunu, Bogaskjótisamband Føroya og Miðvágs bóltfelag, tóku ímóti gestunum, sum saman við Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, fara at ferðast runt í oyggjunum, at kunna seg um teir hentleikar sum eru og hvørji átøk verða gjørd fyri at nøkta tann tørvin sum eitt so stórt tiltak sum oyggjaleikir krevur.
Bjarni Prior, borgarstjóri og Fróði Poulsen frá Bogaskjótisamband Føroya greiddu gestunum frá hvørjar umstøður eru við vøllin í Miðvági og aðrastaðni í kommununi, hvørjar ábøtur verða gjørdar, og hvørji tiltøk verða sett í verk, so alt er klárt tá vit koma til summarið 2027, tá leikirnir verða hildnir.
Altjóða oyggjaleikanevndin var vælnøgd við vitjanina og tær umstøður kommunan og feløgini kundu vísa á vóru og fóru at vera klárar í 2027, og øll eru spent uppá hesa stóra uppgávu, og fyrireikingarnar eru longu farnar ígongd.