Anja Magnussen nýggjur ferðavinnumennari hjá Visit Vágar

Anja Magnussen

10.05.2024

Menningarstovan Visit Vágar hevur sett Anju Magnussen í starv sum ferðavinnumennari. Hon hevði sín fyrsta starvsdag hjá Visit Vágar týsdagin 7. mai. Anja er 28 ára gomul og er ættað úr Sørvági.  Hon hevur eina bachelor í samskifti og talgildum miðlum, umframt ein kandidat í samskifti frá Aalborg Universitet.

Anja er komin úr einum starvið við ábygd fyri innanhýsis burðardyggari menning hjá landbúnaðarfyritøkuni AGRI NORD. Harumframt hevur hon drúgvar starvsroyndir frá sølu- og kundatænastudeildini hjá Atlantic Airways. 

Hjá Visit Vágar fer Anja at hava ábyrgd av ymiskum menningarverkætlanum. Visit Vágar arbeiðir eftir eini strategi um at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Her koma fakligu førleikarnir og starvsroyndirnar hjá Anju til sín rætt, og við hennara hollari vitan í burðardygd ætlar hon at leggja dent á at menna ferðavinnu økið við einum burðardyggum sjónarmiði. 

Menningarstovan Visit Vágar er eitt samstarv millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu.