Eggaba Andreasen, frá Grevstur og Planering og Bjarni Prior, borgarstjóri
30.01.2023
Leingi er tað, ið væl skal vera. Á síðsta býráðsfundi í 2022, samtykti býráðið at fara undir arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda á Nýggjavegi. Felagið Grevstur og Planering vann útboðið um arbeiðstøku, og í dag varð sáttmálin undirskrivaður av Bjarna Prior, borgarstjóra og Eggaba Andreasen.
Arbeiðið at gera umvælingar byrjar longu mikudagin 1. februar. Í fyrstu atløgu kemur arbeiðið ikki at ávirka ferðsluna eftir Nýggjavegi stórvegis, men tað koma at vera tíðarskeið har vegurin verður stongdur.
Tað gleðir býráðið, at hendan gamla verkætlanin við Nýggjavegi endiliga fer at koma á mál. Eftir ætlan, verður arbeiðið liðugt um miðjan juni.