04.07.2022
Seinastu vikuna hevur verið arbeitt við at asfaltera part av Nýggjavegi, frá Ápramsvegi norð til brúnna, og er tað arbeiðið nú liðugt.
Frá brúnni og norð á Heiðar er vegurin í ringum standi. Arbeiðið at breiðka og asfaltera norðarapart av Nýggjavegi verður boðið út í vikuni, millum allar teir lokalu entreprenørarnir í kommununi. Eftir ætlan fer arbeiðið ígongd so skjótt sum tilboðini eru komin inn, og sáttmáli er undirskrivaður.
Nýggivegur hevur verið eitt mál sum hevur ligið í nógv ár. Men ein av málsetningunum býráðið setti sær fyri var, at fáa málið við Nýggjavegi avgreitt. Tað er ongin loyna at Nýggivegur hevur fylt nógv hjá teimum sum hava havt sína dagligu gongd har. Nú sýnist ein glotti at vera í arbeiðinum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri, og gleðir seg til at hetta málið verður avgreitt, og børn og vaksin trygt kunnu brúka Nýggjaveg sum farleið oman í bygdina.