Ávirkan av verkfallinum: Húsarhaldsburturkast hópar seg upp

Posamynd IRF

25.05.2024

Nú verkfallið hevur verið í næstan tvær vikur, merkist tað veruliga hjá borgarum, at húsarhaldsburturkast ikki verður heintað av IRF. Heilsumyndugleikar hava ávarað um, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað burturkast hópar seg upp uttanfyri. Um fuglar, og skaðadjór sum rotta, koma framat burturkastinum kann hetta eisini økja um smittuvandan.

Starvsfólk í Vága kommunu hava seinastu árini lagt nógva orku í at skráseta og leggja rottukassar út fyri at tryggja, at rotta ikki spjaðir seg. Hetta arbeiði er nú í vanda, um ikki burturkastið verður savnað inn skjótt.

Tað hevur týdning at ansa eftir, hvussu burturkastið verður handfarið, meðan verkfallið stendur á. Vága kommuna vil minna borgarar á, at tað er týdningarmikið at halda ruskposar afturlatnar og burtur frá, har fuglar og skaðadjór sleppa framat.

Vága kommuna hevur gjørt eina roynd at fáa undantaksloyvi frá Føroya arbeiðarafelag til at kommunan kundi taka ímóti gráa posanum inni á umhvørvisplássinum frá húskjum í kommununi, men hettar  undantaksloyvið hevur Føroya arbeiðarafelag ikki vilja givið okkum.