12.10.2023
Í dag var Avstralska sendikvinnan til Danmark, Kerin Ayyalaraju við fylgi og Tummas Hanus Dam, Bretskur konsul í Føroyum, sum umboðaði Commonwealth War Graves, á vitjan í Vága kommunu. Sendikvinnan hevur verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti. Í hesum sambandi hevði sendikvinnan eitt ynski um at vitja grøvina hjá avstralska hermanninum, sum liggur grivin millum hinar 13 hermennirnar í eingilsmannakirkjugarðinum í Miðvági.
Vitjanin byrjaði við eini rundvísing á Fiskastykkinum, har Bjarni Prior, borgarstjóri greiddi frá umhvørvinum úti á Gjógv og søguna handan tilvirkingina av saltfiski í Sandavági. Síðan var ein miðmáli, har tosað varð um felags samfelagslig áhugamál, áðrenn fari var ein túr at hyggja eftir hvussu slakt fer fram. Vitjað var í sláturrúminum, í neystinum hjá brøðrunum Vilhelm og Jóhannus Hansen, har Jóhannus greiddi gestunum frá um hvussu hann fletti og hvussu ymisku avroðini o.a. var tilvirkað og nýtt. Sendikvinnan vísti hesum sera stóra áhuga og setti nógvar góðar spurningar.
Vitjanin endaði við at Kerin Ayyalaraju, sendikvinna legði blómur á grøvuna hjá avstralska hermanninum, áðrenn leiðin hjá hennara fylgi fór á flogvøllin og aftur til Danmarkar.