Avtala millum Vága kommunu og J&K Petersen undirskrivað

Sigtor Petersen Og Bjarni Prior

Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen og Bjarni Prior, borgarstjóri

20.06.2024

Fyri góðum mánaði síðan, varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Vága kommunu og IRF, um grundøki til nýggja høll, sum skal taka ímóti øllum panti í Føroyum. 

Avtalan, millum IRF og Vága kommunu merkir, at ein 1200 m² stór høll verður bygd í grótbrotinum í Sandavági. Grundøki sum IRF hevur fingið tillutað skal gerast byggibúgvi av Vága kommunu og skal verða klárt hjá IRF at yvirtaka 15.08.2024. 

Av tí at skoðsbrái er stutt, varð arbeiðið bjóða út til tveir arbeiðstakarar í undirhondsboð. 

Eftir at tilboðini hava verið viðgjørd í teknisku nevnd og fíggjarnevndini, varð samtykt at taka av tilboðnum frá J&K Petersen.

Í dag var so sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni, millum J&K Petersen og Vága kommunu.

Arbeiði at gera grundøkið byggibúgvi byrjar longu týsdagin í komandi viku.