Barnastovnarnir fingið nýggjar heimasíður

Barnastovnarnir

08.03.2021

Dagsins samfelag krevur skjóta og lætt atkomuliga kunning. Ein háttur at fáa atgongd til nógva kunning á einum stað, er á heimasíðum.

Barnastovnarnir í Vága kommunu hava í nógv ár havt heimasíður. Men viðlíkahald av eini heimasíðu, við dagførdari kunning og tíðindum, er tíðarkrevjandi. Tí hevur tað stóran týdning, at skipanin er løtt og ómakaleys at arbeiða við, og løtt at dagføra kunning á.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra heimasíðurnar á stovnunum. Sendistovan kom við eini loysn, ið er løtt at umsita á øllum trimum stovnunum Sóljugarði, Miðgarði og Smílikulluni.

Endamálið við heimasíðunum er, at lýsa teir góðu stovnarnar vit hava í kommununi, bæði til foreldur, verandi og nýggjar borgarar, og fólk ið ynskja at flyta til kommununa.

Námsfrøðiliga eru stovnarnir hjá kommununi á sera høgum støði, við fakliga sterkum og umsorganarfullum starvsfólki. Hetta er ynskiligt at greiða frá til foreldur, lesandi sum ynskja at koma í starvslæru og fakfólki innan økið annars.

Við nýggju heimasíðunum, fyri teir tríggjar stovnarnar, fáa fólk innlit í arbeiðsháttir, virðisgrundarlag og hvussu arbeitt verður við barnaáskoðan og øðrum námsfrøðiligum amboðum.

Heimasíðurnar og meira kunning um stovnarnar kunnu síggjast á SóljugarðurMiðgarður og Smílikullan.