27.06.2023
Frá um leið 1. juli til um leið 15. september verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í í viku 30, um ólavsøkumundi. Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.
Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T. d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.
Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.
Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar.
Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.
Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini.
Byrjað verður umleið 1. juli og heldur fram til áleið 15. september. Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá kl. 14:00 til 16:00, har møguligt er at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. Aðrar dagar er eisini møguligt at hyggja at ímeðan hann arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.
Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð vera settar upp og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum, verður at fáa til keyps fyri 100 krónur, einans kontant søla.
Innbjóðing til hátíðarhald
Almenn móttøka verður í Sandavági 1.juli 2023 klokkan 14:00.
í sambandi við, at bátur verður smíðaður í Steigartúni í summar.
Skrá:
-Dagbjørn Hansen bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin og greiðir frá verkætlanini.
-Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um føroyska róðrarbátin.
-Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá um føroyska bátin á UNESCO listanum.
-Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, greiðir frá um bátasmíð í Sandavági.
Felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt.
Sámal Ravnsfjall framførir nøkur løg.
Bók um bát og bátasmíð verður til keyps fyri 100,- krónur (kontant).
ØLL HJARTALIGA VÆLKOMIN
Sandavágs Bygdarsavn &
Sandavágs Fornminnafelag, Steigartún 8, 360 Sandavági