Børnini í Miðgarði ganga undan á umhvørvisøkinum

1 (1)

31.03.2022

Í fjør byrjaði ein nýggj verkætlan í Miðgarði, sum er barnagarðurin hjá Vága kommunu í Miðvági. Har eru tey farin undir at arbeiða við einum endurnýtslu verkstaði, har børnini kunnu brúka sín kreativitet at skapa ymiskt úr endurnýtslu tilfari, sum annars endar sum burturkast.

Tað ganga 100 børn í Miðgarði, í 3 vøggustovum, 3 barnagarðsstovum, 1 stova til tey 6 ára gomlu og ein serstova. Tað arbeiða 35 starvsfólk á stovninum, harav 16 eru námsfrøðingar. Fakliga støðið er høgt, og stovnurin í støðugari menning.

Tilgongdin til eina burðardygga menning setur krøv til starvsfólkini og børnini, soleiðis at tey m.a. skulu hugsa um nýtslu og lívshátt, og tørvin hjá komandi ættarliðum, náttúruna o.s.fr. Starvsfólkini leggja tí stóran dent á námsfrøðina, og gera sær nógvar námsfrøðiligar hugsanir, tá slíkar verkætlanir verða mentar og settar í verk í Miðgarði.

At arbeiða við endurnýtslu, at skapa okkurt úr onkrum, sum annars hevði farið burtur, og at hava eina burðardygga menning, gevur børnunum møguleika fyri djúphugsni, har tey gerast hugbundin, soleiðis at tey fáa stimbrað og ment sítt hugflog og skapandi evni enn meira, samstundis sum tey læra at um umhvørvið.

Fyri at hava eitt stórt og fjølbroytt úrval av tilfari, at arbeiða við á endurnýtslu verkstaðnum, eru børnini, foreldur og vinnan í Vágum tikin við í uppbyggingina av verkstaðnum. Heitt varð á tey um at lata inn tilfar og burturkast, sum annars fer burtur, til endurnýtslu verkstaðið, og hevur hetta eydnast væl.

Úr burturkasti og endurnýtslu, hava børnini millum annað gjørt sær eitt akvarium úti í gongini, har tey kunnu hugsavna seg og læra um lívið undir vatnskorpuni, eins og tey brúka sítt hugflog til at skapa ymisk fiskasløg og annað lív í sjónum.

Barnagarðsstovnarnir í Vága kommuna hava hægstu normering í landinum, og gevur tað møguleika fyri at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum, har endurnýtsla og burðardygg nýtsla eisini eru partar av námsfrøðiliga arbeiðnum á stovninum. Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum, freistin at søkja er 5. apríl 2022. Meir er at lesa um starvið við at klikkja her.