24.06.2021
28. juni til 9. juli verður ung í arbeiði í Vága kommunu. Í hesum sambandi fáa vit tørv á 2 bólkaleiðarum.
Bólkaleiðarin er ein sum dámar, og hevur gott hegni, at arbeiða við ungdómi, handalig/ur og hevur eitt kreativt eyga fyri hvussu uppgávurnar kunnu loysast.
Bólkaleiðarin skal helst vera um 25 ár ella eldri. Kommunan setur sum so ongin krøv til útbúgving, men royndir at arbeiða við ungum er ein fyrimunur.
Bólkaleiðarin, skal saman við samskiparinum av ung í arbeiði, leggja verkætlanirnar og arbeiði hjá teimum ungu til rættis.
Starvið er tímalønt og tíðaravmarkað til 2 vikur. Lønt verður eftir sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Send ein teldupost til solvi@vaga.fo við eini stuttari lýsing um teg og møguligum royndum.