Borgarstjórin gróv fyrsta bøkkin

Felagsmynd

Myndatekstur: Jóanis Albert Nielsen, limur í teknisku nevnd, Bjarni Prior, borgarstjóri og Allan H. Hansen frá Maskingrevstur.

01.06.2022

Fyri viku síðan undirskrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri og Allan H. Hansen frá Maskingrevstur undir sáttmála um arbeiðið, at gera útstykkingina norðuri í Sørpum í Sandavági klára til bústaðarbygging.

Í góðveðrinum í morgun varð so fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini, og var tað borgarstjórin sjálvur sum sat í maskinuni.

Á hesi útstykkingini verður pláss fyri 11 stykkjum tilsamans, 9 grundstykkir til sethús, 1 stykki til íbúðarbygging og 1 stykki sum Vakstrarhúsið hevur ognað sær, til parkeringsøki, sum hevur vaksandi virksemi við tiltøkum og sum vakstrarhús til plantuvøkstur og sølu av plantum.

Arbeiðið við útgrevstrinum byrjar beinanvegin, og arbeiði væntast at taka uml. 6 mánaðir.